Í fjør skrivaði Føroya Ungdómsráð út kapping við heitinum Vinn ein lærling.
Talan er um eina kapping ætlað øllum fyritøkum í Føroyum, ið valdu at seta ein lærling í starv í tíðarskeiðinum 1. juli til 1. oktobur í fjør.
Tær luttakandi fyritøkurnar hava møguleika at vinna tað, sum svarar til lønina hjá lærlinginum tað fyrsta árið, sambart sáttmála við avarðandi fakfelag.
Á samkomu fyrrapartin varð vinnarin funnin, tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, fann vinnaran við lutakasti.
Vinnandi fyritøkan bleiv KJ Hydraulik, sum nú hevur vunnið tað, sum svarar til lønina hjá einum lærlingi tað fyrsta árið, sambært sáttmála við avarðandi fakfelag.
Endamálið við kappingini hjá Føroya Ungdómsráð er at minka um arbeiðsloysið millum ung og eggja fyritøkum at seta lærlingar í starv.