KJ-Hydraulik fingið samstarvsfelagar í Skotlandi

Aberdeen, Sosialurin: Meðan kyrrindi eru í vónunum um olja í nóg stórum mongdum til at útvinnast finnst í føroysku undirgrundini og vit gita, men ikki rættuliga vita, um tað verður egg ella ungi, so eru tað føroyskar fyritøkur, sum uttan mun til føroyska olju vilja hava ein bita av oljuvinnuni aðrastaðni.

Aberdeen, Sosialurin: Meðan kyrrindi eru í vónunum um olja í nóg stórum mongdum til at útvinnast finnst í føroysku undirgrundini og vit gita, men ikki rættuliga vita, um tað verður egg ella ungi, so eru tað føroyskar fyritøkur, sum uttan mun til føroyska olju vilja hava ein bita av oljuvinnuni aðrastaðni.
Fyri 14 døgum síðan var eitt ferðalag við umboðum fyri fimm føroyskum fyritøkum á arbeiðsferð í Aberdeen. Oljufelagið Agip hevði valt hesar fyritøkur millum aðrar føroyskar og endamálið var at finna samstarvspartnarar innan undirveitarar í bretsku oljuvinnuni, soleiðis at føroyingar kundu bjóða sína kunnan fram.
- Av teimum mongu oljuferðum eg havi verið, er hendan tann klárt besta og mest ítøkiliga. Vit hava fingið samband við fyritøkur í Aberdeen, sum eru áhugaðar og sum hava tørv á okkum. Hetta hevur verið hugaligt. Eg haldi eisini, at tað at Agip, sum eitt kent oljufelag, hevur valt føroyskar fyritøkur út, hevur givið nakað heilt annað, enna tá vit hava verið umboðaðir á undanfarnum ferðum við kanska meira almennum stovnum sum vertum. Her hevur alt verið meira ítøkiligt, vit hava ikki bara verið mettir sum bóndir úr Føroyum, men sum javnbjóðis partnarar. Eg havi havt samband aftur við tvær fyritøkur og eisini við framleiðslupallin Tiffany,sum vit vitjaðu, og verður arbeitt nóg miðvíst, so kann arbeiði á føroyskar hendur spyrjast burtur úr hesi ferð, sigur ÓIavur Asafsson, stjóri á KJ-Hydraulik, ein fyritøku í Eysturoynni í stórari menning,, og sum hevur hug at veksa.

Tørva arbeiðsmegi
-Vit ætla at bjóða okkum fram innan hydraulik, mekanikk og elektronik og her hava vit førleika. Tann einasti trupulleikin í løtuni er, at so nógv arbeiði er í Føroyum í dag, at ringt er at fáa fólk. Og her renna vit okkum aftur á ein trupulleika, tí í ringum tíðum hevur tú ikki orku til at royna nýggjar leiðir, so vit mugu smíða nú, sigur Ólavur Asafsson, stjóri.
-Vit fingu at vita í Aberdeen, at tað er sum at leita eftir gulli, at finna fólk við rætta førleikanum at arbeiða innan oljuvinnuna. Hjá oljuvinnuni er tað nógv meira ein spurningur um at finna fyritøkur, sum kunnu gera arbeiðið, enn spurningurin um pengar, og tað skuldi gjørt tað hugaligt hjá okkum í arbeiðinum at fótin innan oljuvinnuna í Bretlandi, sigur hann.
- Vit hava fótin í báðum legum, vit hava fólk, sum hevur skil fyri elektronikki og vit hava eisini fólk, sum hevur skil fyri hydraulikki og mekanikk,i og á báðum hesum økjum er stórur tørvur fyri arbeiðsmegi í bretsku oljuvinnuni. Nógvir eystureuropæarar gera hetta arbeiði í dag, serliga polakkar, sigur Ólavur Asafsson.
Fyritøkurnar, sum vitjaðu í Aberdeen, sita nú og eftirmeta ferðina og halda sambandið við líka. Nógvir spurningar eru at taka støðu til og teir týdningarmestu eru skattviðurskiftini og lonarlagið. Onkur av fyritøkunum hevur longu nú drúgvar royndir at arbeiða uttanfyri landoddarnar og hinar brynja seg út, at fáa eitt annað bein at standa á enn føroyska marknaðin.

Ólavur Asafson, næsti frá vinstru her í samrøðu við bretsku oljuvinnuna. Okkurt fer at spyrjast burtur úr seinastu føroysku oljuvitjanini í Bretlandi, sum Ólvaru metir at vera ta bestu og mest ítøkiliga hann hevur verið á. Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard