Nýggj søludeild
Fríggjadagin millum klokkan 15 og 18 bjóða KJ Hydraulik og KJ Norð Trukk til móttøku í Mykinesgøtu 5 í Havn.
Móttøkan verður fyriskipað í sambandi við, at KJ- Hydraulikk hevur keypt fyritøkuna, Norð Trukk, sum hevur húsast í Mykinesgøtu 3 í Havn.
Nú KJ hevur keypt Norð Trukk, letur felagið eisini upp søludeild við goymslu, og hesin parturin av virkseminum verður í Mykinesgøtu 5 í Havn.
Soleiðis húsast KJ nú bæði í Mykinesgøtu 3 og Mykinesgøtu 5.
- Søludeildin og goymslan í Havn verður ein forlongdur armur av KJ á Kambsdali, og vit fara eitt nú at bjóða út hydraulikslangur, rør og fittings, filtur, hydraulikpumpur, ventilar og motorar, sigur felagið.
Somu starvsfólk
Norð Trukk, sum nú kallast KJ Norð Trukk, hevur í mong ár verið ein leiðandi fyritøka í Føroyum innan sølu og tænastu av trukkum og lyftiútgerð.
- Eftir 27 ár í fyritøkuni hava Elsebeth og Erlind Magnussen gjørt av at selja Norð Trukk til KJ Hydraulik, siga KJ Hydraulik og KJ Norð Trukk í tíðindaskrivi.
Starvsfólkini á Norð Trukk halda fyribils fram hjá nýggju eigarunum.
Áhugaverd fyritøka
KJ Norð Trukk kemur at halda fram við sama virksemi, sum higartil.
- Vit meta fyritøkuna at vera sera áhugaverda at byggja víðari á, siga nýggju eigararnir.
Nýggjur verkstaðsleiðari verður Petur Klein, og Erlind Magnussen heldur fram sum sølumaður.










