KIWI-stjórin saknaður

Ein av ríkastu monnunum í Noregi, Per-Erik Burud, er saknaður eftir eina bátavanlukku við Tjøme mikunáttina.

Enn er ógreitt, hvat er hent. Báturin var funni rekandi við ongum persóni umborð, men líkið av konu Per-Erik Burud, 43-ára gamla Anita varð funnið saman við líkinum av einari vinkonu hennara, Anne-Lene Novak Aasheim, 41.

Ein er komin frá vanlukkuni við lívinum, maður Anne-Lene, Asbjøn Aasheim, men enn hevur heldur ikki hann megnað at varpa ljós á, hvat hendi. Hann liggur í løtuni á sjúkrahúsi.

Per.Erik Burud gjørdist forstjóri fyri KIWI-fritøkuni í 1991, og megnaði eftir fáum árum at seksfalda umsetningin hjá matvøruketuni.

Leiðslan í KIWI er savnað og hevur boðað starvsfólkunum frá, at stjórin er saknaður.

Løgreglan hevur kannað bátin og sigur, at hann er óskaddur, burtursæð frá nøkrum skeinum í botninum. Arbeitt verður tí við teoriini um, at báturin kann hava siglt á ein flúr við nógvari ferð og slongt tey fýra fólkini fyri borð, skrivar NRK á heimasíðu sínu.