Kiwanisdukkan kemur til Suðuroyar

Endamálið við Kiwanisdukkuni er, at hon vónandi kann verða til stóra hjálp og ugga hjá børnum, ið verða innløgd á sjúkrahús.

Dagarnar 3. og 4. mars 2021 var Kiwanisdukkunevndin, mannað við formanninum Sámal Bláhamar og nevndarllimunum Hans Højgaard og Petur Olivar í Hoyvík, á ferð í Suðuroynni.

Vitjað varð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Longu fyrsta kvøldið hitti Kiwanisdukkunevndin sjúkrahússtjóran, Hans Paula Henryson, og sjúkrasystrarnar Kristinu Poulsen, og Lailu Jespersen. Nevndin greiddi teimum frá Kiwanisdukkuni, ið verður framleidd úr sóttreinsaðum endurnýtslutilfari. Hetta er endurnýtslutilfar, ið kemur frá sjúkrahúsvaskaríum. Kiwanisdukka úr endurnýtslutilfari.

Endamálið við Kiwanisdukkuni er, at hon vónandi kann verða til stóra hjálp og ugga hjá innløgdum børnum, ið koma á sjúkrahús, ella børnum í sambandi við fyrireikingar til sjúkraviðgerð. Í sambandi við framleiðsluna av Kiwanisdukkunum í Suðuroynni, spurdi nevndin seg fyri, um hóskandi endurnýtslutilfar var tøkt á sjúkrahúsinum í oynni. Til tann spurningin metti sjúkrahússtjórin, Hans Pauli Henryson, at tað var tað.

Kiwanisdukkan, sum barnið kann tekna á, kann gera sjúkrahúsuppihaldið lættari og betri. Á tann hátt kann barnið vísa kenslur og tørv, sum tað annars ikki altíð megnar at seta orð á. Dagin eftir greiddi nevndin sjúkrahússtarvsfólkunum nærri frá arbeiðinum við dukkuframleiðsluni og endamálinum við sjálvari dukkuni, ið er at meta sum ein bleyt klútadukka. Í nøkur ár hevur Dugni staðið fyri framleiðsluni av Kiwanisdukkum í Føroyum, og hevur stjórin har, Hedvig Johansdóttir, sagt at tað kundi verið stuttligt framyvir at fingið dukkuframleiðslu í Suðuroynni eisini.

Stór vælvild og góð móttøka var sýnd Kiwanisdukkunevndini hesar báðar dagarnar undir vitjanini á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har dukkunevndin m.a. hitti Lindu Beck, bioanalytikara, Lisbeth Jacobsen, deildarleiðara, Agnete Vestergaard, deildarleiðara umfamt Theodor Højgaard, narkosulækna.

-----

Fyri meiri enn 20 árum síðani hava Kiwanis klubbar, bæði í Íslandi og Noreg, framleitt heilt serstakar Kiwanisdukkur til sjúkrahús.

Ein Kiwanisdukka er ein klútadukka, ætlað børnum, ið eru innløgd á sjúkrahús. Í Íslandi er tað stovnur, sum er á sama høga støði sum okkara Dugni, tó við einum øðrum málbólki, ið seymar Kiwanisdukkurnar, upplýsir Kiwanislimurin Sámal Bláhamar.

Í Føroyum hava Kiwanisklubbarnir nú tikið stig til eina føroyska dukkuframleiðslu, sigur Sámal Bláhamar. Hann greiðir frá, at Kiwanisdukkan er seymað úr endurnýttari hvítari bummull, fingin til vera á vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, har tey annars koyra slitin hvít seingjarklæðir burtur ella senda tey til Rumenia. Hann leggur afturat, at alt tilfar, sum brúkt verður, er sóttreinsað og sostatt í lagi og uttan smittuvanda.

Bæði stjórin á Dugna, Hedvig Johansdóttir, og onnur starvsfólk á stovninum vóru ógvuliga jalig, tá Kiwanis fyri nakað síðani vendi sær til teirra og greiddi frá ætlanini um Kiwanis-dukku-framleiðsluna í Føroyum.

– Talan er um eitt slag av win-win-tiltaki. Tí talan er um endurnýtslutilfar frá Landssjúkrahúsinum, ið verður seymað á Dugna, og har tey, ið taka lut í framleiðsluni, kenna at tey gera eitt týdningarfult arbeiði. Haraftrat er Kiwanisdukkan ein uggi hjá innløgdum børnum. Í grannalondum okkara, har innløgd børn hava fingið Kiwanisdukkur, lata øll sera væl at, børn eins og foreldur, avvarðandi og starvsfólk innan heilsuverkið. Í Íslandi og Noreg hava tey Kiwanisdukkur bæði í sjúkrabilum og hjá læknum.

Sámal Bláhamar leggur stóran dent á, at innlagda barnið eigur Kiwanisdukkuna og kann gera við hana, sum tað vil, t.d. tekna á hana og soleiðis vísa kenslur sínar.

Á dukkuni kann barnið peika á, hvar tað hevur ilt. Samstundis ger hetta tað munandi lættari hjá vaksnum at tosa við tey smáu um pínuna, ið plágar. Árliga eru umleið 1.100 barnainnleggingar á teimum trimum føroysku sjúkrahúsunum.

##med2##

##med3##