Kiwanis selur lívsins lyklar

Í døgunum 5. til 30. juni selur Kiwanis Føroyar »Lívsins lyklar« til frama fyri sálarveik børn í Føroyum. Hugskotið kemur sum so ofta áður norðaneftir úr Íslandi. Kiwanis Føroyar hevur eisini higartil verið undir veingjunum á felagsskapinum í Íslandi, men nú føroyska deildin fyllir 30 ár, verða Føroyar skipaðar í egið øki.

Lyklarnir eru framleiddir úr góðsku, og avtala er gjørd við fyritøkurnar Bygma, Borg, Stanly/Litaval og 360 um at fíla lyklarnar, sum fólk keypa, ókeypis.

Tað verða felagsskapir so sum ítróttafeløg, pensjónistafelag og onnur, ið fara at selja lyklarnar. Kostnaðurin er settur itl 100 krónur, harav feløgini fáa 15 krónur fyri hvørr selda lykil.

Vit hava í fyrsta umfari framleitt 2500 lyklar, og vit vóna sjálvandi at selja allar, sigur Petur Olivar í Hoyvík frá Kiwanis Eysturoy.

Saman við Eiriki Ingvardsson og Sámali Bláhamar er hann í verkætlanarevdini, sum stendur fyri hesum tiltakinum.

Kiwanis Føroyar hevur trý limafeløg, Kiwanis Tórshavn og Kiwanis Eysturoy, sum bæði fylla 30 ár í ár, og so Kiwanis Rósan, sum er kvinnufelagið hjá Kiwanis, sum í ár fyllir 20 ár.

Kiwanis Føroyar verður nú sín egni felagsskapur við einum leiðara og fýra nevndarlimum. Sjálvt hátíðarhaldið verður nú leygardagin 4. Juni við einari veitslu í Kiwanishúsunum.