Kiwanis forvunnið helvtina minni

At so nógv fólk ræðast søgurnar, sum hava verið um smákykt í jólatrøunum, hevur gingið hart út yvir jólatræssøluna hjá Kiwanis. Tað merkir, at tað vera nógv færri pengar til góðgerandi endamál í Føroyum í 2014

- Tað hevur í denn grad merkt søluna hjá okkum, at Kringvarpið hevur havt hesar søgurnar um smákykt í jólatrøum. Vit hava heili 500 trø eftir í dag, tollaksmessudag, og alt, sum ikki verður selt í dag, verður brent á Sandvíkarhjalla. Tað sigur formaðurin í Kiwanis, Øssur av Steinum.

 

Vánaliga sølan hevur ta beinleiðis avleiðing, at nógv minni peningur verður latin til vælgerandi endamál komandi ár, tí helvtin av pengunum, Kiwanis letur, kemur inn av jólatræssøluni. Alt yvirskotið av jólatræssøluni fer óskert til vælgerandi endamál.

 

Herfyri lat Kiwanis yvir 230.000 kr til vælgerandi endamál í Føroyum. 100.000 vóru lætnar grunninum fyri Fountainhúsið, 100.000 vóru lætnar Krabbameinsfelagnum og familjum við krabbasjúkum børnum og 30.000 vóru lætnar MBF og oyramerktar til at keypa ítróttarútgerð til føreikaskerd børn. Teir høvdu framvegis ikki gjørt av, hvør skuldi fáa pengar komandi ár, men nú verður nógv minni peningur at lata.

 

Kiwanis hevur selt jólatrø í fleiri enn 20 ár, og sølan hevur verið vaksandi ár um ár. Men í ár hava teir forvunnið umleið helvtina minni.

 

- Í fyrstuni hildu vit, at tað var ringa veðrið, ið darvaði søluni. Men tá vit frættu, at plasttrøini vóru útseld, umframt at annarhvør kundi nevndi hesi smákyktini, skiltu vit, at tað eru innsløgini, sum Kringvarpið hevur havt, sum eru orsøkin til, at vit í ár hava selt so nógv minni.

 

Hjá Kiwanis standa teir spyrjandi og skilja ikki, hví ein slík hetz er koyrd ímóti júst jólatræssøluni.

 

- Hygg í handlarnar kring landið, sum selja urtapottar, plantur, mold og flag - og hugsið so um alt tað, sum kemur inn tann vegin hvønn einasta dag - alt árið. Kanska átti man heldur at kannað øll skordýrini, sum koma inn tann vegin, ljóðar áheitanin frá Kiwanis.

 

- Vit selja jólatrø nakrar fáar dagar um árið, og allur tann innkomni peningurin fer óskerdur til góðgerandi endamál í Føroyum. Vit eru ómetaliga keddir av hesum søgunum, sum hava forskrekt fólk so illa, siga teir í Kiwanis.

 

- Okkara jólatrø koma úr Danmark, eins og tey altíð hava gjørt. Tað eru ikki fleiri smákykt í ár, enn tað plaga at vera - og tað er als ikki so ringt, sum hysterisku søgurnar vilja vera við. Treyðugt so, tað hevur onkuntíð verið onkur hendinga mariuhøna, men tær eru nyttukykt og eta til dømis allar tær blaðlýsnar, sum koma við innfluttu urtapottunum. Vit hava innflutt jólatrø í Føroyum í 100 ár, og tað er einki, sum bendir á, at tað er verri við smákyktum í ár, enn áður. 

 

Til ber at keypa jólatrø hjá Kiwanis í dag afturat, áðrenn óseldu jólatrøini enda á Sandvíkarhjalla.