Kittel vann aftur - í dag bíða brúgvarsteinarnir

Marcel Kittel tók sín triðja sigur í ársins Tour de France týsdagin. Vincenzo Nibali á odda samanlagt. Í dag skulu teir súkkla á brúgvarsteini.

Týskarin Marcel Kittel hevur fingið eina avbera góða byrjan upp á Tour de France. Eftir sigurin týsdagin hevur Marcel Kittel nú vunnið tríggjar av teimum fýra teinunum higartil. Hann liggur tó ikki á odda í samanlagda yvirlitinum. Vincenzo Nibali liggur eina tonn frammanfyri restina av súkklarunum, tó skal sigast, at higartil hava flestu teinarnir verið á sløttum, so tíðarmunirnir eru ikki vorðnir teir heilt stóru enn. Peter Sagan úr Slovakia er á odda í kappingini um grønu spurt-troyggjuna, meðan Cyril Lemoine er á odda í kappingini um klatri-troyggjuna.

 

Fjórði teinurin var tann fyrsti í Frankaríki. Súkklast skuldi 163,5 kilometrar, úr Le Touquet-Paris-Plage til Lille. Thomas Voeckler fór frá hinum, men megnaði ikki at halda undan allan vegin og var heintaður aftur 15 kilometur frá máli. Í málspurtinum lá norski Alexander Kristoff leingi á odda, men í evstu løtu megnaði Marcel Kittel at fara framvið honum og harvið taka sín fjórða sigur.

 

Chris Froome, ið er størsti favoritturin til at vinna Tour de France 2014, datt týsdagin og meiðslaði seg illa. Tekin vóru til, at hondin hevði fingið skaða, og liðlæknin legði ein skinnara á hondina fyri at stuðla henni. Hann var sendur til kanningar, men sagt verður, at hann er førur fyri at halda á, hóast hann møguliga hevur eitt lítið brot í hondliðinum. Tó verður áhugavert at síggja, um skadda hondin fer at forða honum á dagsins teini, sum er á brúgvarsteini. Tað kann gerast serstakliga pínufult fyri Chris Froome, um skaðin á hondina er stórur.

  

Mikudagin skulu súkklararnir súkkla á brúgvarsteinum, ið verður mett at vera rættiliga vandamikið. Fyrireikararnir hava í dag boðað frá, at tveir brúgvarsteinspartar av teininum í dag eru strikaðir, orsaka av at tað regnar. Bjarne Riis, ið vann Tour de France í 1996, sigur at dagsins teinur verður “ein ferð inn í Helviti.” Dagsins teinur er 155,5 kilometrar, harav 15 kilometrar eru á brúgvarsteinum.