Nú sorg er í túni,
nú Kittan er farin,
oss vitbrandur búni
við grøði í garði.
----
Tú vart oss ein viti,
ein varði í minni,
sum fargaði lívið við góðskunnar liti,
við hugna í heimi og stovuni inni.
Tú møtti oss altíð við orðinum blíða,
tú greiddi oss søgu um eitt og um alt,
tú tolin í sinni við mótgang sást stríða,
tá onkuntíð ógævu grimu tað galt.
---
Tó mest er tað hugnan í Toftum vit minnast,
tá blíðskapur borin í fang okkum varð
og frásøgn, sum bert hjá tí vitra man finnast,
vit minnast, at Kittan so vís okkum bar.
---
Tú tráddi tær leiðir, sum ættfólk tey gingu,
sum aldu upp komandi ættarlið,
frá teimum og tær okkar søgu vit fingu,
til sjálv tú nú fórst í hin æviga frið.
Vit minnast og sakna teg somu stund,
nú deyðin við teg gjørdi sátt,
nú hvílu tú fanst tær á Himinsins grund,
- sov søtt og so blítt og so gott.
pmp