Økisterapiin í Klaksvík fær høli

Hæddin undir Sambýlinum á Heygnum verður nú innrættað Farið verður nú undir at innrætta niðaru hæddina á Sambýlinum á Heygnum í Klaksvík. Komið er er so langt, at sjálvt arbeiðið við at innrætta hølini til økisterapiina kann byrja.

Á býráðsfundi í desember samtykti býráðið einmælt at taka undir við avtalu millum kommununa og vistarheimsnevndina um, at bygginevnd verður sett at stíla fyri innrætting av hæddini undir Sambýlinum á Heygnum.

Í nevndini sita Erik Andreasen, umboðandi vistarheimsnevndina, Elsebeth G. Hansen, umboðandi sosialu nevnd og Elsba Lützen, umboðandi Nærverkið í Norðoyggjum.