Økismenningarálitið ? Tørvur er bæði á vilja og vitan

Eitt framhald av útvarpsprátinum eg hevði seinasta hóskvøld um økismenningarálitið.

 

Jógvan við Keldu

løgtingsmaður fyri Norðoyggjar



Eitt framhald av útvarpsprátinum eg hevði seinasta hóskvøld um økismenningarálitið.

Tá útvarpsfólk práta við politikara, verður prátað ofta langt og leingi. Síðani verður klipt og redigerað, til tað hóvar eina ávísa tíðarlongd. - Soleiðis var eisini hetta kvøldið, og tað var í lagi.

Tó fari eg her at loyva mær at skoyta nakað upp í sum ikki kom við, og kanska gera onkra viðmerking til tað sum kom við.

Tølini í Økismenningarálitinum, sum eisini fyrr hava verið frammi, vísa eitt nú, at lønar-útgjaldingin til hvønn persón í Tórshavn er ein triðing - og meiri enn tað - hægri enn úti um landið.

Partur av hesum arbeiðsplássum verða neyðug at desentraliserað, um nakað høpi skal vera í økismenningarpolitikkinum. - Samstundis sum økini úti um landið verða lønt av privatum vinnum, verður eisini neyðugt at leggja almennar stovnar út á økini. Umframt at hesir koma at veita eina meira nærligjandi tænastu, koma teir at skapa betri livilíkindi fyri viðkomandi øki.


Dømi um avskeplaðan lønarúgjalding

Vit kunnu taka bara eitt av mongum dømum. Suðuroyggin sammett við Tórshavnarøkið um mun á lønarútgjaldinunum.



Í Suðuroy: Í Tórshavnarøkinum

  Lønarútgjaldingin pr. fólk

  í arbeiðsførum aldri: 1995 kr. 88.905 1995 kr. 131.708

1999 kr.123.530 1999 kr. 164.560


Hyggja vit at hvussu nógv hægri lønarúgjaldingin liggur fyri hvønn persónin í arbeiðsførum aldri av arbeiðsplássununum í Tórshavn, sum fyri tað mesta stavar frá almennari umsiting, enn av vinnukrónunum í Suðuroy er úrslitið hetta:


í 1995 kr. 42.803 hægri fyri hvønn arbeiðsføran persón

í 1999 kr. 41.030 hægri fyri hvønn arbeiðsføran persón.


Tað ber sjálvandi til, at roknað eftir, hvat hetta gevur meiri í skatti fyri Tórshavnarøkið og tilsvarandi minni fyri Suðuroynna. - Tað undrar meg ómetaligt, tá talan er um Økismenningarálitið, at ikki er gjørd ein útrokning millum kommunur, tí her eru nógvar tíggjutalsmilliónir á muni samfelt, samstundis sum hetta ein álvarslig samfelagslig avskeplan.

Fyri nøkrum árum síðani fekk eg gjørda eina útrokning millum Tórshavn og Klaksvík, har sóu tølini soleiðis út, at hevði klaksvíkingurin havt somu løn sum havnarmaðurin, hevði Klaksvíkar Kommuna 20 milliónir kr. meiri í kassanum. Um so var, at Tórshavn hevði somu lønarútgjalding fyri hvørt fólkið sum Klaksvík, hevði Tórshavnar kommuna 70 mill. krónur minni at ráða yvir.

- Bert eitt lítið dømi um hvussu útjaðarin fær alt ov lítið av sjálvsøgdum peningi av almennari umsiting.

Nú er at fylgja upp

Latið okkum nú handla, samstundis sum vit brúka Økismenningarálitið. Latið okkum eitt nú, at vit útbyggja skúlarnar á Kambsdali, í Klaksvík og í Suðuroy, og heldur sleppa kostnaðarmiklu ætlanini við Skúladeplinum við Marknagilsvegin við síni hálvari milliard krónum, samstundis sum vit eiga brúka pening til at gera Fróðskaparsetrið til eitt veruligt universitet í høvuðsstaði okkara.

Her er nógv sum kann gerast. Tí er neyðugt, at politikarar síggja veruleikan í eyguni, og at útjaðarpolitikarar ikki bara standa sum "ross yvir deyðum fyli" og lata alt reka framvið, fyri síðani at verða ov seinir á sjóvarfallinum.

Tað er ikki vitan men tørvandi vilji. - Gevandi hugskot eru óteljandi, og mong av teimum linna trýsti á Tórshavnarøkið og við tí verður kostnaðarstøðið lækkað