Økismenningarálitið/Suðuroyggin

Í Økismenningarálitinum verður, sum vera mann, støðan í Suðuroynni viðgjørd, men fellur nevndin, sum hevur gjørt álitið, í somu grøv sum so nógv onnur, tá talan er um Suðuroynna.

 

Jacob Vestergaard



Í Økismenningarálitinum verður, sum vera mann, støðan í Suðuroynni viðgjørd, men fellur nevndin, sum hevur gjørt álitið, í somu grøv sum so nógv onnur, tá talan er um Suðuroynna.

Sum eg havi sagt áður, er Suðuroyggin ikki bert Tvøroyri ella bert Vágur, ella bert Tvøroyri og Vágur, men øll Suðuroyggin við tils. 7 kommunum.

Tað eru ikki bert Tvøroyri og Vágur, sum hava tørv á útbyggingum, men eisini hinar kommunurnar í Suðuroynni. Tað átti nevndin at kannað, tá hon hevur gjørt sær ómak at kanna viðurskiftini í ávísum kommunum.

Fortreytirnar fyri framburði eru eins góðar á Lopransfjørði og Hvalbiarfjørði, sum á Vágs- og Trongisvágsfjørði.

Sumbiar Kommuna hevur m.a. tørv á at útbyggja Loprans Havn, sum frá náttúrunnar hond kanska er besta havnin í Suðuroynni, bæði til kyrru og dýpd.

Hvalbiar Kommuna hevur sjálv gjørt stórar íløgur fyri at betra um havnarviðurskiftini, sum ikki hava verið nøktandi til tað virksemi, har er.

Hinar kommunurnar í Suðuroynni hava somuleiðis fyri neyðini at betra um havnaviðurskiftini.

Allar kommunurnar áttu at verðið viðgjørdar undir einum og felags niðurstøða gjørd hesum viðvíkjandi. Landið eigur at stuðla hesum, tí allar játtanir um stuðul blivu strikaðar uttan at kommunurnar fingu nakað afturfyri.

Tá hetta er sagt, skal eisini sigast, at álitið annars er væl úr hondum greitt og eitt gott amboð hjá politisku flokkunum at nýta.

Suðuroyggin er eitt gott stað hjá øllum at búgva, og hjá mær er ongin ivi um, at Suðuroyggin fer at menna seg aftur.

Vit hava tó brúk fyri einum meira fjølbroyttum arbeiðstilboði, so okkara ungu fólk, sum eru burtur og nema sær hægri útbúgving, kunnu koma heim aftur til okkara vøkru oyggj.

Hetta hevur verið okkara høvuðstrupulleiki, tí vit hava ikki havt nakað arbeiði at bjóða teimum lutfalsliga mongu suðringum, sum hava verið burtur og nomið sær hægri útbúgving, og tí hava hesi búsett seg aðrastaðni.

Um politisku flokkarnir meina nakað við tað teir siga, kunnu teir hjálpa okkum við hesum og harvið skunda undir framburðin í Suðuroynni.

Tað er onki til hindurs fyri at flyta alment virksemi til Suðuroynna, t.d. eitt aðalstýri við avvarðandi stovnum, tí í dag ber til at samskifta uppá allar mátar, um fortreytirnar verða skaptar fyri tí.

Tað vísir seg nevniliga ikki at vera nakar trupulleiki at flyta stýrir millum teir ymisku bygningarnar í Tórshavn.

Fyri at skapa somu fortreytir fyri vinnulívið í Suðuroynni sum aðrastaðni, kundu politisku flokkarnir byrjað við at latið suðuroyingar sloppið at nýta sín landsveg, Smyril, sum flestu føroyingar, uttan at skula gjalda fyri tað.

Hetta kostar sjálvsagt nakað, men vegakervið, sum verður brúkt av øllum, kostar eisini samfelagnum nógv í viðlíkahaldi v.m.

Vónandi druknar Økismenningarálitið ikki í berari vælvild, sum onkur tók til undir framløguni í VB-húsinum, men at politisku flokkarnir veruliga meina nakað við tað teir siga. ? Livst so spyrst.