TAÐ var tann tíð, hetta var serstakliga í 70-unum og 80-unum, at hugtakið bygdamenning varð havt á nærum hvørjum munni. Í hvussu er var eingin tjaksending og eingin tingfundur, uttan at bygdamenningin var uppi í so ella so.
TAÐ eru ymsar meiningar um, hvussu skilagott vit hava borið okkum at júst tá tað um bygdamenningina ræður. Nú hava vit so fingið eitt nýtt hugtak inn í málið, og tað er økismenning. Tað er tí rætt nú at spyrja, hvat lagt verður í hetta hugtakið. Soleiðis at allar misskiljngar verða ruddaðar av vegnum og harvið ikki sleppa at virka sum kílar í eini týðandi prosess.
EFTIR okkara tykki er spurningurin um økismenning sera áhugaverdur, og tað er vón okkara, at tann granskingarstovnurin, sum skjøtil nú verður settur á í Klaksvík, fer at fáa góða undirtøku. Ein kann spyrja, hvussu rætt tað er at spjaða granskingina til fleiri pláss, nú vit jú hava Fróðskaparsetrið! Latið okkum venda hesum spurninginum, soleiðis at vit fáa sjónarmið fram um tað.
EIN kann spyrja, hví tað skal vera neyðugt at granska í økjum. Føroyar eru jú eitt so lítið øki, at tað skuldi ikki verið neyðugt at býtt landið upp í fleiri øki kundi verið spurt. Vit halda tað vera skilagott, um slíkir spurningar verða settir fram og svaraðir fyri harvið at geva teimum, sum eru stigtakarar til tiltakið, møguleika at sleppa í gongd, tí eingin ivi er um, at nettup við at byrja í tí smáa, nærumhvørvinum ber til at gera sær eina neyvari mynd av heildini.
TAÐ er greitt, at granskingin fer eisini at fevna um Føroyar sum øki í mun til umheimin. Hetta er sera áhugavert, og júst geografiska støða okkara í tí ríka Atlantshavi ger tað so avgjørt relevant at taka málið upp. Á henda hátt verða vit eisini meira greið yvir okkara egna geografiska identiet, og hvørjar postivar og negativar avleiðingar hesin hevur havt og fer at hava fyri okkum sum tjóð í framtíðini. Tað, sum skapar okkum sum fólk og tjóð, er bæði tað fysiska umhvørvið og so tað sum menniskjuni saman við hesum umhvørvinum hava skapt og vónandi skulu skapa víðari í framtíðini.
VIT ynskja stigtakarunum til økisdepilin í Klaksvík góðan byrð. Sum blað vilja vit eisini fegnir vera við til at fylla tann karm út, sum tit nú hava sett út í kortið. Føroyar mugu ikki avmarkast til bara Havnina.