Økisfundir um róður

Komandi fríggjakvøld 25. mars verður skipað fyri tveimum fundum, sum vera ávíkavist í Hósvík og í Sandavági

Økisfundir

Í næstum fer Róðrarsamband Føroya, saman við umboðum fyri start- og høvuðsdómararnar, umboði fyri stevnufyrireikararnar og umboði fyri rógvararnar at skipa fyri sokallaðum økisfundum kring landið. Endamálið við hesum fundum er at kunna feløg og rógvarar um ymisk viðurskifti róðrinum viðvíkjandi, t.d. fyrireikingar til stevnurnar, nevndararbeiði í RSF og somuleiðis um, hvussu farast skal fram undir sjálvum róðrinum.
Endamálið við fundunum er eisini, at fundarluttakararnir skulu hava møguleika at seta spurningar um ymiskt, sum liggum teimum á hjarta. Fundarluttakararnir hava eisini møguleika at seta fram møgulig uppskot um, hvussu RSF framyvir kann betra um umstøðurnar viðvíkjandi kappróðrinum.
Umframt kunnan til feløg og rógvarar um ymisk viðurskifti, eru økisfundirnir eisini ætlaðir sum eftirmetingarfundir av kappingarárinum 2005.
Fundurin í Hósvik er fyri feløgum og rógvarum í Norðurstreymoy. Hesin fundur verður í kappróðrarneystinum í Hósvík fríggjakvøldið kl. 1900.
Hin fundurin er fyri feløgum og rógvarum í Vágum. Hesin fundur verður í SÍF-húsinum í Sandavági fríggjakvøldið kl. 1900.