Kirkjurenning í Suðuroy nýggjársaftan

Í morgin árini, nýggjársaftansmorgun, verður skipað fyri kirkjurenning í Suðuroy. Tað er Vilt, sum skipar fyri og runnið verður frá Vágs Kirkju út til Porkeris Kirkju og aftur til Vágs Kirkju. Teinurin er góðar átta kilometrar.

Farið verður frá Vágs Kirkju klokkan 09.10 og og væntast kann, at tey flestu eru afturkomin um tíggjutíðina.

Eftir sjálva renningina verður farið at fáa sær ein morgunmatarbita í Bridge- og Billiardhúsinum, har Nýggjársnevndin bjóðar morgunmat.

Tltakið er alment og øll eru vælkomin, eisini tey, sum ikki renna so nógv til dagligt.