Kirkjur og samkomur í Havn á felags møti

Hetta er níggjunda ferð, at tvørkirkjuligt møti er á páskum

 

Aftur triðja páskadag í ár fara kirkjur og samkomur í Havn at skipa fyri tvørkirkjuligum møti.

 

Hetta er níggjunda ferð, at samkomur og kirkjur í Havn skipa fyri tvørkirkjulugum møti og hesa ferðina verður tað í salinum hjá Frelsunarherinum.

 

Tær kirkjur og samkomur, sum eru við, eru Frelsunarherurin, Fríkirkjan Oasan, Hvítusunnusamkomurnar Filadelfia og Evangelihúsið, Katólska kirkjan, Adventista kirkjan og Fólkakirkjan.

 

Evni á møtinum er Matt.25,40: Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt Mær!

 

Á skránni verður sangur, felagssangur, vitnisburðar. Tummas Jacobsen úr Filadelfia fer at tala og tað verður eisini høvi at stuðla Herberginum hjá Frelsunarherinum við eini peningagávu.

 

Nøkur av teimum, sum fara at syngja og spæla, eru eitt Gospel kór úr Hoyvíkar kirkju, Martin Joensen og hornorkestrið hjá Frelsunarherinum.

 

Deyvatulking verður á møtinum, sigur Frelsunarherurin.