Tað er ikki alt í lívinum, sum kann forklárast ella sum gevur meining.
Soleiðis skrivar kirkju- og mentamálaráðfrúan í Danmark, Joy Mogensen, á Facebook, har hon greiðir frá, at hon leygardagin føddi eina dóttur, sum doyði undir føðingini.
– Dóttir mín Sarah, var ikki á lívi, tá eg føddi hana leygarnáttina. Og eg eri so ómetaliga kedd av tí, skrivar hon.
– Men eg royni at finna meg til sættis við, at ikki alt í lívinum kann forkláraset ella gevur meining, skrivar hon.
Joy Mogensen boðaði í apríl frá, at hon eftir fertilitetsviðgerð í tvey ár varð vorðin við barn við einum ókendum sáðgeva.
– Til tykkum, sum enn stríðast við at fáa børn: Tað var tað vert. Sparkið hjá lítlu dóttur míni í búkinum, tá eg spældi og sang fyri henni, skrivar hon.
– Tann kærleikin eg kenni fyri henni nú ta stuttu tíð, eg slapp at halda henni. Tað verða tey dýrabærastu minni. Eg haldi meg til vónina. Óttist ikki, trúgvið bara. Børn eru alt tað verd. Eg eri enn vísari í tí nú.
– Sjálvt um eg bara havi merkt lítlu gentu mína innanífrá, so uppdagaði eg, tá eg sá hana, at eg longu elskaði hana. Tað er tað týdningarmesta at halda fast í, mitt í hesi ræðuligu ólukku, at eg nú skal jarða dóttur mína.
Joy Mogensen ynskir ikki at leita eftir orsøk ella frágreiðing uppá, at dóttir hennara doyði stutt fyri føðing.
– Eg royni at góðtaka tað í lívinum, sum vit einki vita um heldur enn at glatast í, um og hvussu tað kundi gingist øðrvísi, skrivar hon.
Umframt ynskir mentamálaráðfrúan ikki at fáa blómuheilsanir, men í staðin um, at fólk lata eina peningagávu til Landsforeningen Spædbarnsdød í navninum hjá dótrini Sarah Antoinet Mogensen.
/ritzau/