Kirkjulig vígsla av samkyntum - spurningur um tíð?

Fríðleif Lydersen, guðfrøðingur
------

Eg sá fyri nøkrum døgum síðani, at bispur er komin við koyrireglum fyri prestar, sum ikki gifta uppaftur. Eg dugi bara ikki at síggja, at hetta skal vera nakað nýtt, tí mær kunnugt, so hevur hetta veri brúkt leingi. Eg vóni ikki at tað næsta, sum kemur frá kirkjuna, at nú eru koyrireglar fyri prestar, sum ikki vilja hava altartænastu saman við kvinnuligum prestum.
Eg meini at tað eru onnur meira týðandi ting, enn gamlir koyrireglar, sum kirkjan kundi brúkt kreftir upp á. Tí kirkjan kemur at møta øðrum avbjóðingum, sum ein heldur átti at tiki upp til viðgerðar. Kirkjulig vígsla av samkyntum kundi veri eitt mál, sum kirkjan tók upp til viðgerðar og havt eina meining um. Tí samkynt kunnu longu nú gifta seg borgarliga nógvastaðni, samstundis sum kirkjulig vígsla av samkyntum antin er væl á veg ella komin upp á pláss aðrastaðni.
Tí kemur spurningurin um vígslu av samkyntum, at gerast nakað samfelagi og kirkjan mugu taka støðu til. Føroyska kirkjan átti tí at tiki spurningin upp til viðgerðar, so ein var fyrireikaðaður tá ið máli kemur á borði. Tí tað nyttar ikki at stinga høvdi í sandin, so at henda avbjóðingin blívur burtur. Søgan vísur at er tú fyrireikaður upp á tað, sum koma skal, so stendur tú sterkari tá ið tað kemur.
Føroyska fólki er eitt væl útbúgvi og upplýst fólk, sum ikki tekur nakað fyri góða vøru, bara tí kirkjan og prestar siga tað. Kirkjan má sakliga grundgeva fyri tí, sum kirkjurnar læra byggjur á. Bíblian hevur ikki sama trúvirði millum fólk, sum hon hevði fyrr, tá ið hon meira ella minni bleiv tikin bókstaviligani. Tí vera grundgevingar sum, at tað stendur í Guðs Orði, at homosexualitetur er synd vera ikki góðtiknar.
Hví er kærleikin millum tvey tað einasta rætta? Hví er kærleikin millum tvær ella tveir synd? Hesir spurningar koma at møta kirkjuni fyrr ella seinni, so tað skilabesta er at taka teir upp til viðgerðar beinanvegin. Hvat meinar kirkjan? Hvussu grundgevur kirkjan fyri sínari støðu, tá ið tann tíð kemur at grundgevast má? Hvat skal kirkjan gera tá ið politiski mynduleikin krevur at kirkjan skal víga samkynt? Tann, sum er klárur til tað, ið koma skal, stendur sum sagt sterkari.