Tað er nú klokkan 19, at stórfingin konsert verður í Miðvágs kirkju við Vestmanna Kirkjukóri og kendum solistum
Í Miðvágs kirkju nú klokkan 19 fer Vestmanna Kirkjukór at syngja, og eisini verður solosangur frá Rúna Brattaberg, Súsannu Brattaberg og ársins songrødd, Biritu Poulsen.
Kórleiðari er Erla Olsen.
Vestmanna Kirkjukór er júst afturkomið av ferð í Íslandi, har áhugin fyri kórinum var stórur.
Væntandi fáa fólk eina ógloymandi løtu í Miðvágs kirkju í kvøld.