Sunnukvøldið klokkan 19.30 fer Vestmanna Kirkjukór saman við eitt nú Rúna Brattaberg at seta dám á eitt øðrvísi kvøld í Christianskirkjuni. Við eru eisini aðrir kendir solistar; Súsanna Brattaberg og ársins songrødd, Birita Poulsen og eisini Rúni Brattaberg.At hoyra slíkar røddir í Christianskirkjuni saman við einum kóri, sum er í góðari venjing, er ein upplining av teimum stóru. Vestmanna Kirkjukór er júst afturkomið av ferð í Íslandi, har áhugin fyri kórinum var stórur.Væntandi fáa fólk eina ógloymandi løtu í Christianskirkjuni í sunnukvøldið kl 19.30.