Við Sjógv á Strondum er kirkjuhúsið, sum verður bygt oman fyri kirkjuna, nú reist.
Tað var Sjóvar kirkja, sum upprunaliga reisti málið fyri nøkrum árum síðan.
Tekniska nevnd í kommununi mælti í sínari tíð bygdaráðnum at gera frávik í byggisamtyktini, soleiðis at kirkjuhúsið kundi byggjast 1,7 metrar frá kirkjugarðinum.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum, og nú stendur kirkjuhúsið í Sjóvar kommunu so reist.