Kirkjugongdin flytur í skúlan

Loksins verður farið í gongd við umvælingina av Kirkjuni við Norðskála, ið hevur verið ætlað í nøkur ár.

 

Talan er um at dagføra kirkjurúmið, at bjálva veggirnar, gólvið og hválvið. Nýtt gólv verður lagt á alla kirkjuna, rýmingarleið verður gjørd niður av loftinum, har sunnudagsskúlin heldur til, umframt annað arbeiði. Sp/f KBH, stendur fyri størsta partinum av arbeiðnum og verða teir lidnir mánaðarskiftið juni-juli í ár, boðar Sunda kommuna frá.

 

- Arbeiðið byrjar mánadagin 26. februar og vóna vit, at kirkjan er klár at taka aftur í nýtslu seint í summar ella tíðliga í heyst, skrivar kommunan.

 

Í hesum tíðarskeiði verður kirkjugongdin og sunnudagsskúlin flutt út í gamla skúlan á Oyri, har fyrsta guðstænastan verður sunnudagin 25. februar kl 12.