Kirkjugongd aftur í Havnar kirkja

Jógvan Fríðriksson prædikar, tá Havnar kirkjan loksins letur upp aftur klokkan 11 í dag.

 

Síðsta hálva árið hevur Havnar kirkja verið stongd vegna stórt umvælingararbeiði, men í dag sleppa sóknarbørnini og onnur inn aftur í hugnaligu kirkjuna í miðbýnum. 


Tað verður Jógvan Fríðriksson, biskupur, ið prædikar fyri fyrstu ferð í nýumvældu kirkjuni. Gudstænastan byrjar klokkan 11 í dag. 


Seinni um dagin verða tvær konsert. Klokkan fýra verður guitarkonsert við Alva Joensen, ið vann Stella Polaris 2015, og klokkan níggju verður tað Jensina Olsen, ið fer at framføra.


Umfatandi umvælingar hava verið gjørdar innan og uttan kirkjuni.. Nevnast kann millum annað, at gólvini í forkirkjuni, kórinum og lutvís á pulpiturinum/kirkjuloftinum eru umvæld og løgd av nýggjum, meðan nýtt klæði er lagt á altarið, altarringin, fótskørina og prædikustólin. 


Uttan eru ábøtur gjørdar á klædning og á vindeygu. Túnið kring kirkjuna er skipað av nýggjum, og er nú lagt við føroyskum grótflísum, meðan nýggir ljóssteyrar eru settir upp.


Havnar kirkja er elsta trækirkja í Føroyum. Kirkjan er bygd í 1788 og umbygd í 1865. Við millumbilum hava verið gjørdar umvælingar og ábøtur í kirkjuni. Tá ið kirkjan varð 200 ár, vóru gjørdar stórar umvælingar. Eisini fyri aldaskifti vóru gjørdar ábøtur í kirkjuni. Fyri fimm árum síðani var tornið umvælt.