Tað kann illa hugsast eitt meira søguligt stað enn gamli kirkjugarður í Havn. Tað var havnarprestur Rasmus Jørgen Winther, sum fekk hann lagdan á Svínaryggi burtur frá kirkjuni, sum ikki var tað vanliga tá. Kristi Himmalferðardag í 1782 varð nýggi kirkjugarðurin vígdur.
Síðan tá eru um 3.000 fólk grivin her. Í 1869 verður byrjað at føra protokol yvir tey grivnu, men tað sæst ikki, hvar í kirkjugarðinum tey liggja. Í hesi protokol eru um 2.000 nøvn. Gamli kirkjugarður var í 1935 avloystur av nýggja kirkjugarði.
Tað eru bert tey fægstu, sum hava gravstein í gamla kirkjugarði. Hóast tað munnu vera einir 400 steinar. Á teimum flestu síggjast eisini nøvnini á teimum grivnu.
Tí kann sigast, at hesin kirkjugarður er ein einastandandi minnisvarði yvir tey fólk sum liggja her og serliga yvir tey, sum hava stein.
Seinastu tvey árini hevur Óli Jacobsen í hósdagsblaðnum skrivað røðina Hendur ið Sleptu. Her verður skrivað søgan hjá ”eigarunum” av hvørjum einstøkum gravsteini. Tað hevur víst seg, at hetta er ein ótømandi søgukelda. Higartil eru skrivaðar 100 greinir, og tilfar er í hvussu er til 50 afturat.
Tað er hugtakandi at síggja, hvussu ymiskt lívið hevur verið hjá fólki. Men øll hava sína søgu. Nógvar av hesum søgum eru eisini spennandi og dramatiskar. Dømi um tað er søgan hesa vikuna um læknan, sum konan fær at taka eitur!
Tað hevur víst seg, at røðin er sera væl umtókt millum fólk. Hon er viðkomandi fyri nógv, sum so ella so hava samband við tey fólk, sum skrivað er um.
Her er talan um søguna um fólkið Havn. Men nógv teirra hava bæði røtur og eftirkomarar kring landið og eisini uttanfyri landoddarnar.
Her er fólk úr øllum stættum, um tað kann sigast so. Her eru arbeiðskonur, fiskimenn, skiparar og lærarar fyri at taka dømi.
Fríggjakvøldið kl. 17 verður møguleiki at fara ein túr í kirkjugarðin við Óla Jacobsen, har hann fer at greiða frá nøkrum av teimum, sum eru grivin har.
Vit hittast við høvuðsportrið í Dr. Jacobsensgøtu.