Kommunutíðindi
Í 2001 víðkaði Nes kommuna nýggja kirkjugarðin á Nesi, og hetta arbeiði er liðugt. Vegur er eisini gjørdur úr kirkjuvegnum og norður um nýggja kirkjugarðin.
Kommunan hevur eisini gjørt eina vegaføring í samband við útstykkingina millum Heygarnar og Gadd. Tá ið arbeiði við kloakk, vatni og el er liðugt, eru fyrstu grundstykkini frá Gadd og norðureftir klár.
Á Brekkukletti er vegurin longdur suðureftir.
Asfaltering
Nes kommuna fyrireikaði í 2001 arbeiðini at asfaltera alt havnaøkið, og hetta arbeiði byrjaði tíðliga í hesum árinum.
Tey, sum dagliga ferðast á havnalagnum, hava sæð, at her er nógv hent í seinastuni. Her er vorðið nossligari og arbeiðsligari hjá tí nógva virkseminum, sum er á havnaøkinum.