Kirkjufólkið savnar ikki inn undirskriftir

Kirkjuráðslimurin í Gøtu, Atli Hansen, heldur tað hava alstóran týdning, at tað gerst greitt, at tað ikki er kirkjufólkið í Gøtu, ið hevur sent bispi mótmælisskriv. Hann vísir á, at talan heldur er um ein ávísan bólk av kirkjufókinum

John Johannessen


? Kirkjufólkið í Gøtu er komið í eina sera óhepna støðu. Fólk hava fingið ta fatan, at øll kirkjufólkini í Gøtu hava sent bispi mótmælisskriv, har tey ynskja at geva Peter O. K. Olofson, presti, sersømdir. Men í veruleikanum er tað als ikki kirkjufólkið í Gøtu, talan er um, men bert um ein part av kirkjufólkunum, sigur Atli Hansen, ið er limur í kirkjuráðnum í Gøtu.


Klývir samfelagið

í bygdini

Atli Hansen sigur, at hann er bangin fyri, at stríðið, ið hevur tikið seg upp, fer at oyðileggja bygdalívið. Hann sigur, at tað longu hevur sett síni spor í bygdini.

? Tá fólk soleiðis fara at savna inn undirskriftir, vendist ikki aftur, og tá kann verða skjótt, at stríð kemur burturúr, sigur Atli Hansen og vísir til Klaksvíksstríðið.

Hann og fólk á hansara aldi og uppeftir minnast enn tað missiónsstríðið, sum var seinast í 40 árunum, og sum millum annað í Gøtu býtti samkomuna sundur í bólkar. Hetta má ikki henda aftur.

Kirkjuráðslimurin í Gøtu heldur ikki, at talan er um eitt mál, ið er egnað at taka upp í krikjuráðnum. Hann heldur, at upprunaliga er talan um eitt teologiskt stríð, ið eigur at verða avgjørt millum bisp og teir prestarnar, ið ikki góðtaka kvinnuligar prestar og annað tílíkt.

? Hjá okkum er hetta eitt stíð millum Olofsson og bisp, og lat teir so stríðast... Kirkjuráðini eiga ikki at verða tikin gíslar í hesum máli.


Kirkjan skal vera fyri øll

Atli Hansen sigur, at hansara persónliga áskoðan er, at kirkjan eigur at vera fyri øll. Hann heldur ikki, at nakar kann loyva sær at reka nakran úr kirkjuni, og vísir á, at tað er júst hetta, ið fer fram í løtuni. Hann sigur, at vit eiga at minnast til høvuðsboðskapin í kristindóminum, ið byggir á náði og fyrigeving. Tí heldur Atli Hansen, at t.d. ikki kann forða einum uppafturgiftum presti at prædika í kirkjuni. Hann vísir eisini á Bíbliunnar orð, um at virka fyri friði og at vera líðin ímóti yvirvøldini.

Hetta heldur Atli Hansen eisini vera hugsanina hjá flest øllum kirkjufólkunum í bygdini, men hann heldur, at tey fáu, ið hava staði fyri innsavnanini av undirskriftum, í støðum hava rikið so mikið hart, at tey hava fingið fleiri fólk at skriva undir, ið tó ikki deila teirra sjónarmið.


Taka uppsøgnina

til eftirtektar

Í desember fekk kirjuráðið í Gøtu bræv frá Peter O. K. Olofsson, har hann segði, at um ikki Hans J. Joensen, bispur, broytti støðu í ávísum spurningum, so sá hann seg noyddan at til ?at afslutte de nuværende konfirmander, sige op pr. 1. juni 1999 og forlade embedet i slutningen af juli måned.? Hetta tók meirilutin í kirkjuráðnum tá undir við, og varð hetta enn einaferð staðfest á kirkjuráðsfundi hósdagin.

Atli Hansen sigur, at hann fatar brævið frá Olofsson soleiðis, at presturin ikki kann liva við tí, ið bispur førir inn í kirjuna. Og tí sendir Olofsson kirjuráðnum bræv, har hann spyr, um kirkjuráðið kann finna seg í, at bispur forðar honum í arbeiðinum.

Men Atli Hansen sigur, at júst hetta ikki er nakað, ið kirkjuráðið eigur at taka støðu til, men at tað eigur at verða avgreitt millum Peter O. K. Olofsson, prest, og Hans Jacob Joensen, bisp.

? Uppgávan hjá kirkjuráðunum er gera karmar um sjálvt krijulívið, og gvea tí best møguligar umstøður. Teologiskt kjak eigur ikki at fara fram í kirkjuráðunum, men millum prestarnar og bisp, sigur ein avgjørdur kirkjuráðslimur, ið heldur at orsøkin til, at eldur knappliga kom í hetta mál nevniliga er tann, at meirilutin í kirkjuráðnum ikki vildi luttaka í teologiskum kjaki um ein uppafturgiftan dómpróvst, kvinnur innan kirkjugátt og lesturin hjá Marjuni Bæk til Boðanardag Mariu. Men sjálv andi skal okkara arbeiði gerast við virðing fyri tí evangelsikt- luthersku læruni, sum okkara kirkja byggir á, og sum tað eisini verður álagt okkum í kirkjulógunum.

Afturat øllum heldur Atli Hansen tað vera undarligt, at tann stóri eldstaðurin er í Gøtu, tá trupulleikarnir veruliga hava verið í Fuglafirði, har bispur lat kvinnuligar prestar prædika, og í Elduvík, har bispur lat dómpróvst prædika, og harumframt loyvdi nýtslu av nýggju lestrarbókini.

Annars vil Atli Hansen fegin vísa til grein í Sosialinum hjá Johan Hammer, formanni í kirjuráðnum í Elduvík, og sigur seg út í odd og egg vera samdan í hansara sjónarmiðum.


Nú má verða friður

Atli Hansen leggur enn einaferð dent á, at tað er ógvuliga keðiligt, at stríð hevur tikið seg upp innan kirkjugátt, og heitir hann tískil á fólk, um at fáa frið í lag sum skjótast. Hann heldur als ikki, at tað sømir seg fólki, ið siga seg vera kristin, at leggja seg út í eitt so mikið eymt stríð.