Sunnukvøldið 13. november verður skipað fyri kirkjudegi í Norðstreymoy, sum
í ár verður hildin í Hósvík. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið er ætlað
kirkjuráðslimum og kirkjutænarum í Norðstreymoy.
Byrjað verður í Hósvíkar kirkju kl. 18, har ið Bergtórur H. Bjarkhamar
heldir ein fyrilestur við yvirskriftini Dópur ein dropi í havinum. Eftir
andaktsløtu og fyrilesturin í kirkjuni verður farið í bygdarhúsið til eina
máltíð.










