Kirkjubøgarður bíðar

Eftir nýggjár fer yvirkærunevndin at taka støðu til, um Kirkjubøgarður skal hava loyvi til at borðrreiða fyri ferðafólki við egnum mati Í meira enn 30 ár hevur Kirkjubøgarður havt matvøruvirksemi. Har hava høg og lág sitið og notið føroyskan mat við bóndans borð.

Men vandi er fyri at hetta virksemið steðgar. Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur ikki, at Kirkjubøgarður kann koma undir Heimsblídni í matvørulógini.

Hesa avgerð hevur Kirkjubøgarður kært til yvirkærunevndina, sum fer at hava fund aftur fyrst í nýggja árinum.

Jóannes Patursson sigur, at staðfestir nevndin avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, gevast tey. Tey á garðinum hava kki hug at halda fram, um tey skulu borðreiða við mati frá øðrum matstovum. Og so fer Kirkjubøur heldur einki tilboð at hava til ferðavinnuna.