Kirkjubøar kommuna hækkar aftur skattin

Kirkjubøar kommuna hækkar skattaprosentið fyri aðru ferð á rað, og er skatturin nú á 20,5%. Orsøkin er, at kommunan sum tann fyrsta hevur bygt ein skúla uttan stuðul frá landinum, og henda íløgan hevur verið tung, sigur borgarstjórin

 

Kirkjubøar kommuna var tann fyrsta kommunan at byggja nýggjan skúla uttan fíggjarligan stuðul frá landinum. Hetta merkist nú á skattaprosentinum í kommununi. Fyri aðru ferð á rað er skattaprosentið hækkað, so at borgararnir nú lata kommununi 20,5% í skatti.

Annfinn Brekkstein, borgarstjóri í Kirkjubø, sigur orsøkina vera, at bygdaráðið hevur gjørt eina ógvuliga stóra og tunga íløgu í nýggjan skúla, umframt at fortreytirnar hjá kommununi vórðu endavendar, tá barnaansingin varð løgd út til kommunurnar at umsita.

? Vit máttu seta skattaprosentið upp fyri at reka kommununa forsvarliga, og tað hava vit gjørt stigvíst, sigur Annfinn Brekkstein, borgarstjóri í Kirkjubøar kommunu.

Hann leggur afturat, at borgarin merkir lítið til eina slíka hækking, og tað er m.a. tí, at botnfrádrátturin samstundis er hækkaður.


Skúlin er kostnaðarmikil

Skúlin á Velbastað er tann fyrsti í landinum, ið er bygdur uttan stuðul frá landinum, eftir at stuðul til skúlabygging varð tikin aftur 1998. Hann varð tikin í nýtslu fyri hálvum øðrum ári síðani og hevur verið eitt tungt tak hjá kommununi.

Annfinn Brekkstein vísir á, at av teimum 220 íbúgvunum á Velbastað eru 86 undir átjan ár, og tí er tað av alstórum týdningi at hava ein vælvirkandi skúla og ansingarpláss.

? Raksturin hevur verið tungur vegna hesa íløgu, men eisini tí at landsstýrið valdi at leggja barnaansingina út til kommunurnar at umsita, sigur borgarstjórin, ið leggur afturat, at tað ikki verður pláss fyri stórum íløgum næstu árini. 38 børn eru á dagstovninum á Velbastað.

Tó nevnir hann, at høvuðskloakkin verður gjørd liðug í komandi ár, og ætlanin er at gera ein størri vatnbrunn í kirkjubø.

Annfinn Brekkstein vil tó ikki siga, at tað stendur illa til fíggjarliga í Kirkjubøar kommunu. Hann nevnir, at fíggjarætlanin komandi ár javnvigar við 5,5 milliónir krónur. Skuldin er 5,6 milliónir, so bygdaráðið skal tó ansa eitt sindur eftir, hvussu kommunan verður rikin.