Javnaðarflokkurin er ikki sinnaður at útseta kirkjuyvirtøkuna, soleiðis sum Sambandsflokkurin hevur mælt til. Umboð fyri samgonguflokkarnar skulu í dag tosa um støðuna við kirkjuyvirtøkuni, eftir at Sambandsflokkurin hevur boðað frá, at hann heldur tað vera best at bíða við yvirtøkuni.
Men Javnaðarflokkurin er ikki sinnaður at útseta yvirtøkuna.
-Kirkjan er klár til yvirtøku, og Javnaðarflokkurin er ikki sinnaður at brúka ein dag longri enn til ólavsøku at yvirtaka fólkakirkjuna, sigur Andreas Petersen við Útvarpið. Hann er í politiska fylgibólkinum, sum fylgir við yvirtøkugongdini.