Kirkjan skal eisini vaskast

KIRKJAN - Eg tími væl at hjálpa til, og eg tími eisini væl at vaska. Tí er tað eingin trupul uppgáva at vaska hesa kirkjuna sum eg eri so góð við, sigur 23 ára gamla Lilly Hansen úr Árnafirði. - Eg helt tað heldur ikki vera nøkur grund til, at mamma og hinar konurnar skuldu gera hetta einsamallar.

Árnafjørður: Sólin bakaði uttanfyri henda hósdagin í september. Men tað helt kortini ikki Lilly og eini aðrari bygdarkonu aftur, í at gera sín trúfasta og sjálvbodna gerning í Árnafjarðar kirkju.

Eina ferð um árið fær kirkjan sína høvuðsreingerð, og nú var tíðin komin til ársins vask. Og so var líka mikið, hvussu veðrið var uttanfyri.

- Vit byrjaðu at vaska inni í kirkjuni mánadagin, og vóru vit lidnar har í gjár, sigur Lilly, meðan hon aftur ferð runt við klútinum, heilt har frammi á kórsgáttini.

Henda hósmorgunin byrjaðu tær í forkirkjuni, og væntaðu at vera lidnar seinnapartin. So var bara loftið eftir, har urgan eisini stendur.

Lilly Hansen arbeiðir í bakarínum hjá Jórun í Klaksvík, men henda dagin hevði hon ein frídag.

- Eg møtti klokkan níggju, og nú fer at líða rættiliga væl her í forkirkjuni, greiðir Lilly frá. 




Tað sæst

Lilly hevði annars ætlað sær á fjall henda góðveðursmorgunin, men varð forðað í hesum. Tí kundi hon tað sama halda fram at vaska kirkjuna í heimbygdini.

- Eg vildi tí heldur gera eina góða gerð her, slær hon fast.

- Tað er helst so, sum tey plaga at siga: Man sær ikki at tað er vaskað. Men ein sær tað heilt sikkurt, um tað IKKI er vaskað.