Kirkjan mælir til miskunn

Russiska ortodoksa kirkjan mælti í dag myndugleikum landsins til at vísa teimum trimum Pussy Riot-kvinnunum miskunn. Tær tríggjar fingu í dag tvey ára fongsul fyri eitt mótmælistiltak, sum tær skipaðu fyri inni í teirri stóru Frelsudómkirkjuni í Moskva.

Tvær av kvinnunum eiga ung børn, sum tær ikki hava fingið loyvi til at vera saman við, síðani tær vórðu settar í varðhald í februar.

Ovasta ráðið í kirkjuni sigur í einari fráboðan, at tað er ikki í iva um, at dómurin er løgfrøðiliga rættur, men at ráðið vil hava myndugleikarnar at vísa miskunn, tá tað snýr seg um revsingina. Tað skrivar russiska tíðindastovan RIA Novosti úr Moskva.