Danmark: Sunnudagur er siðbundin kirkjudagur. tá kirkjufólkið fer til hámessu. Men í kirkjunum eru eisini onnur tiltøk, sum hugtaka menniskju ið ikki vanliga koma í kirkjuna
- Vit vilja fegin geva fólki ein møguleika at koma í kirkjuna!
Hetta sigur sóknarhjálparin, Ellen Faber Jørgensen í Haslev kirke um tey mongu tiltøkini, sum verða fyriskipað millum tær vanligu gudstænasturnar.
Í Haslev Kirke skipa tey fyri einum hópi av ymiskum tiltøkum, har ein allatíðina hevur málbólkin í eygsjón.
Her er talan um fyrilestrar og sangcafe?ir fyri tey eldru, felagsmáltíðir og hugni fyri tey vaksnu, spælistovur fyri børn og tiltøk fyri konfirmantarnar. Tiltøkini hava ikki altíð átrúnaðarligt innihald.
- Eitt av endamálunum er júst hetta, at fáa samband við fleiri fólk og geva teimum ein møguleika at koma í eitt kirkjuligt umhvørvi, sigur Ellen Faber Jørgensen við kristendom.dk.