Vit menniskju kunnu ikki skapa nakað, sum er haldbart, tí tað, ið vit skapa verður bara skaparí. Turrar tíðir hava altíð verið í kirkjuni, longu kirkjufeðrarnir søgdu frá lítlari kirkjugongd til tíðir, men so komu EKTAÐAR SAKRAENTALAR VEKINGAR, og fólk fóru aftur at leita eftir tí, sum var haldbart og gav meining í lívinum.
Tað ber væl til at skipa fyri tiltøkum sum kunnu savna stórar mannfjøldir. Havi sjálvur í fleiri ár bæði í Danmark og her heima, staðið fyri slíkum. Men hald var ikki í tí. Tá ið tiltakið var av, vóru bara tey somu eftir. At halda slíkum tiltøkum kókandi alt árið runt, tað krevur nógva orku, og í seinasta enda verður tað eisini trivielt. Skal kirkjan uppfylla øll tey krøv, sum ungfólk seta í dag, tá verður tað trupult, og neyvan verður nakar kristindómur og kristniboðan í tí, tí tey krevja at nakað nýtt skal henda alla tíðina. At enda upploysir tað kirkjuna.
At prestar koma við útsøgnum sum, at konsertir og útferðir fara at bjarga tí kristnu kirkjuni er fullkomuliga skeivur hugsannarháttur fyri ein prest. Tað er evangeliið, sum hevur borið, og, sum ber guðstænastuna og kirkjuna - einki annað. Kirkjan livir ikki av tølum, men av Guðs orði, og ikki Kristus, men Antikrist er eyðkenni við tølum. Forrestin, er tað nú bíbilskt at vit skulu vera fleiri enn tey, sum savnast til verðslig tiltøk? Eg lesi tað øvuta í Halgubók.
At fara í kapping við allar átrúnaðarligar sektir um sálirnar er burturvið. Tí har verður talan um, hvør nú dugir best at undirhalda.
Konsertir og onnur undirhaldstiltøk kunnu vit fara til í heilum, men at fara í kirkju er nakað annað. Og eigur tað ikki at vera nakað annað?