Kirkjan kann yvirtakast um eitt ár

Samráðingarnar millum føroyingar og danir á embætismannastigi vóru fyrr í vikuni. Partarnir eru komnir ásamt um allar tættir, so greitt er at yvirtaka fólkakirkjuna.

Mikudagin var fundur í Keypmannahavn um yvirtøku av fólkakirkjuni. Samráðingar hava verið í fleiri umførum, og nú eru øll viðurskifti í sambandi við yvirtøkuna av fólkakirkjuni komin undir land.
Danski kirkjumálaráðharrin, Bertel Haarder, og Jógvan á Lakjuni fara í næstum at skriva undir eina yvirlýsing, sum staðfestir, at samráðingarnar eru at enda komnar. Hetta merkir aftur, og klárt er hjá føroyingum at yvirtaka fólkakirkjuna.
Í Mentamálaráðnum verður í samstarvi við allar partar í kirkjuni, arbeitt við at laga lógirnar á kirkjuøkinum til føroysk viðurskifti.
Ætlanin er at leggja tær fyri løgtingið í hesum árinum, eftir at tær hava verið til hoyringar.
Arbeitt verður fram ímóti, at allar lógir skulu vera lidnar, áðrenn fólkakirkjan verður yvirtikin á ólavsøku næsta ár.