Enska kirkjan, Church of England, viðgongur nú, at hon átti sín lut í gamla trælahandlinum, og hon hevur tí biðið eftirkomararnar hjá trælunum um umbering, skrivar Reuters úr London.
Kirkjan viðgongur, at missiónsstøðir hennara á Barbados og í Vesturindia blivu brúktat í sambandi við trælahandilin, sum alment bleiv bannaður í 1807.
-Vit áttu okkara lut í hesum, og vit høvdu beinleiðis ábyrgd av tí, sum hendi. Kirkjan átti trælir og brennimerkti teir eisini. Tí noyðast vit at átaka okkum okkara part av søguni, og tí biðja vit um umbering, segði presturin Simon Bessant úr Blackburn á kirkjufundi hjá Church of England mikudagin.










