Brúðarvígsla
Kirkjan skal framhaldandi víga fólk. Og tað skal vera mann og kvinnu, sum kirkjan altíð hevur gjørt, sigur Bergur Debes Joensen, sóknarprestur.
- Um tú ikki vígir yvirhøvur, er einki at visa á viðvíkjandi samlívinum millum mann og kvinnu, sigur hann.
Í Sosialinum mikudagin mælir John Myllhamar, trúboðari, til, at fólkakirkjan sleppur brúðarvígslunum, tí, sum støðan er í samfelagnum í dag, tykist minni og minni virðing at vera fyri hjúnalagnum, sigur hann. Tí metir hann ikki, at kirkjan skal standa model til eina kirkjuliga handling, sum eigur at vera heilag, men sum verður ov lítið vird.
Á tí økinum er Bergur Debes Joensen samdur við honum. Hjúnalagið er heilagt, og tað eigur tað eisini at vera, men kirkjan skal eisini í framtíðini víga fólk.
- Kirkjan má ikki bakka, men tosa týðuliga um, hvørjum hon stendur fyri. Skriftin lærir, at hjúnarlag millum mann og konu er ein skapanarskipan, sum er náttúrlig. Maður og kona eru skapt hvør til annan og ikki tvey av sama kyni. Kirkjan skal framvegis víga fólk og signalera, at hjúnalagið er heilagt. Hon skal víga mann og kvinnu, og tað skal bara vera einaferð, staðfestir Bergur Debes Joensen.
- Samsvar eigur at vera millum ritualið og sjálva vígsluna í fólkakirkjuni.
Hann leggur dent á, at tað kann ikki góðtakast, um politikarar við lóg fara at áleggja kirkjuni, at hon skal broyta ritualið, so onnur eisini kunnu giftast í kirkjuni.
- Um tað hendir, sigur Bergur Debes Joensen, vænti eg, at tað vera fleiri, sum fara at taka seg úr fólkakirkjuni. Sjálvur meti eg tað so álvarligt, at um hetta kemur sum bindandi ritual, síggi eg persónliga ikki aðrar møguleikar enn at leggja kragan.
Hann sigur, at uppskotið hjá John Myllhamar kann tykjast sum ein skilagóð loysn. Men kortini tykist tað sum ein kapitulatión. Og tað má kirkjan ikki gera.
Kirkjan skal vísa, at hon kennir bæði átrúnaliga og samfelagsliga ábyrgd, og heldur enn at halda undan, halda fast við tað, hon stendur fyri.
- Vit eiga ikki at grava okkum niður, men heldur finna loysnir, sum kunnu brúkast, sigur Bergur Debes Joensen, sóknarprestur.
Hann ásannar, at tað stendur ikki væl til á økinum í dag. Formenninir í stóru flokkunum á Fólkatingi hava saman við formanninum í kirkjuligu nevndini hjá Fólkatinginum signalerað, at tey meta tíðina vera komna til, at kirkjan giftir samkynd parløg.
Verður slíkt uppskot gjørt til lóg, metir Bergur Debes Joensen, at styttri er til skilnað millum kirkju og stat, enn tað hevur verið.
Men støðan er ikki góð, og útlitini eru enn verri, at kirkjan signalerar tað bíbilska hjúnarlagið, vísir hann á. Til dømis eru donsku biskuparnir ikki so sannførdir um, at kirkjan ikki skal broyta kirkjunnar ritual. Tað kunngjørdu teir í 1997, tá teir loyvdu ? og royndu gudfrøðiliga at grundgeva fyri - at signa samkynd pør í fólkakirkjuni. Føroyski biskupurin tók tó ikki undir við hesum.