Eiði: Arbeiðið var upprunaliga mett til at kosta millum hálva og eina millión krónur, men higartil hevur tað kostað eina millión, og tað restar framvegis líka nógv í, áðrenn arbeiðið er liðugt.
Hetta er støðan í kirkjuni á Eiði, sum hevur verið stongd í eitt ár, meðan stóru umvælingarnar hava verið í gongd.
Kirkjan á Eiði er 120 ára gomul, og tí eru treytir fyri, hvussu umvælingar skulu gerast. Millum annað var tað eitt krav, at gamla tilfarið í gamla gólvinum í kirkjuni skuldi brúkast saman við tí nýggja.
Nú gólvið er pussað vísir tað seg, at gamli parturin av gólvinum kann ikki brúkast og má skiftast seinni.
Pengarnir uppi
Stóra arbeiðið, sum er eftir at gera, er at mála kirkjuskipið og gera ein kórvegg í stand.
Saman við øðrum arbeiðið kemur upphæddin, sum krevst fyri at gera ætlaða umvælingararbeiðið liðugt, helst upp á eina millión krónur.
? Vit hava brúkt allar okkara pengar til hetta arbeiðið, og vit eiga ikki fyri tað, sum er eftir at gera, sigur Hans Edvard Høghamar, formaður í Kirkjuráðnum á Eiði.
? Vit høvdu vónað at sloppið í kirkjuna aftur á páskum og havt konfirmatiónirnar har, men tað fer ikki at eydnast. Um máliarbeiðið verður gjørt beinanvegin, sleppa vit kanska í kirkjuna aftur hálvan mai, sigur hann.
Men til tað krevst, at pengar verða funnir til arbeiðið.
Í komandi viku skal fundur verða Føroya Stiftsstjórn um eina loysn av fíggjarliga partinum, so kirkjan kann umvælast liðug og latast uppaftur.
Meðan kirkjan hevur verið stongd, hava fólk á Eiði brúkt missiónshúsið í bygdini.









