Kirkja rapaði í illveðri

22 fólk doyðu, og 31 fingu skaða, tá ein katólsk kirkja rapaði í illveðri í landspartinum Benue miðskeiðis í Nigeria í gjárkvøldið.

Umleið 3.000 fólk vóru til páskamessu, sum bleiv hildin uttandura. Men so fór at regna, samstundis sum vindurin vaks, so fólk leitaðu sær innar í kirkjuna. Men í tí nógv vindinum reiv tekjan við tí úrsliti, at veggirnir rapaðu.

Nakrar tímar frammanundan doyðu 20 fólk, tá ein bilbumba brast uttan fyri eina kirkju í býnum Kaduna har norðuri í Nigeria.