Mikudagin andaðist Kirk Douglas.
Hann var kendur filmsleikari,
og ein av teim stóru í Hollywood í sonevndu gulltíðini hjá amerikanskum filmi. Kendur er hann millum annað fyri høvuðsleiklutin í stórfilminum Spartacus, men hevði eisini fleiri aðrar stórar leiklutir á yrkisleiðini, t.d. Champion.
Hann var pápi kenda filmsleikaran Michael Douglas. Kend í Hollywoodfamiljuni eru eisini syninir Joel og Peter, filmsframleiðarar, og abbabarnið Cameron Douglas, filmsleikari.
Kirk Douglas gjørdist 103 ára gamal.
##med2##
##med3##













