Kirgisar atkvøða um demokrati

Í Kirgisistan hava meiri enn 60 prosent av veljarunum verð á fólkaatkvøðu í dag um eina nýggja stýrisskipan. Fær uppskotið ta neyðugu undirtøkuna, verður Kirgisistan tað fyrsta parlamentariska demokratiið í tí gamla sovjetska Miðasia.

-Vit fara at vísa altjóða samfelagnum, at vit standa saman, segði setti forsætisráðharrin, Rosa Otunbajeva, tá hon var og greiddi atkvøðu í dag.

Fleiri eygleiðarar halda, at tíðin til at halda fólkaatkvøðu um ta nýggju stýrisskipanina er ikki komin enn. Teir vísa á, at fleiri hundrað fólk doyðu í samanbrestum millum kirgisar og tann usbekiska minnilutan fyri stuttum, og at stjórnin átti at bíða við fólkaatkvøðuni, til tey ringastu sárini vóru lekt.

Ófriðurin fekk eisini fleiri túsund ufbekar at rýma úr Kirgisistan til Usbekistan, men fleiri teirra eru kortini komin heimaftur, skrivar AFP.