Undirhald
Tað vakti miklan ans í Føroyum, tá danska pornostjørnan, Katja Kean kom til Føroya at vera gestabarrvørður í Eclipse. Leygarkvøldið fylgir heimskendi stripparin Kira Eggers fótaspórinum hjá landskvinnu sínari, tá hon vitjar dansistaðið. Í Eclipse fer Kira at virka sum gestabarrvørur.
Kira Eggers er framum nakran annan tann, ið hevur havt størstu ábyrgdina av, at gera stripptease borðbart í Danmark. Hon byrjaði sína lívsleið sum strippari sum átjan ára gomul og gjørdist kend, tá hon luttók í útvarps- og sjónvarpssendigunum um Tæskeholdet við Casper Christensen. Her luttók hon, sum “Den nye Laila”, ið serveraði body-tequila til vælumtóktu útvarpsvertirnar og gestir teirra.
Seinni luttók hon í donsku doku/soaprøðini Stripperkongens Piger. Kira Eggers hevur eisini roynt seg sum nakinmodell og hevur verið á forsíðuni í fleiri stórum evropeiskum bløðum, so sum Men’s World, Genesis, Club International, Hustler Gold, The Sport og The Sun. Fyri nøkrum árum síðan gavst Kira, sum nakinmodell og strippari. Hon hevur síðan tá fingist við ymiskt innan kynsídnaðin. Eitt nú hevur hon leikstjórna pornofilmum, og virka sum erotiskur blaðstjóri. Hóat onkur føroyskur miðil í morgun boðaði frá, at Kira fór at strippa í Eclipse, og hetta ivaleyst longu hevur fingið fleiri av hennara trúgvu fjepparum í Danmark at keypa ferð til Føroya, so verður hetta ikki so, júst eins og Katja Kean, fer Kira at virka sum eitt slag av frekum barrvøri.
Sambært Byin.fo gjørdi hon 2001 um seg í fleiri ítróttarbløðum, tá leysatíðindi vildu vera við, at hon hevði hugnað sær við einum stórum parti av hollendska landsliðnum. Hon hevur nevniliga ein tokka fyri fótbóltsleikarum. Hon er unnusta við donsku fótbóltsstjørnuna Thomas Gravesen.
Til ber at síggja og lesa meir um Kiru Eggers á hennara myspace-síðu, www.myspace.com/kiraeggers.