Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt kinverskt listafólk myndprýtt føroysk frímerki.
Tað snýr seg um føroyska ævintýrið, “Teir sjey svanirnir”, sum viðurkendi listamaðurin Li Yunzhong hevur sniðgivið á frímerkjum. Li hevur m.a. teknað frímerki fyri kinesiska postverkið og ST.
Posta hevur í fleiri ár verið við á frímerkjaframsýningum í Kina og hevur áhugin fyri føroyskum frímerkjum avgjørt verið til staðar har. Samstarvið við Li Yunzhong kom í lag á eini slíkari framsýning umvegis ein annan listamann nevniliga Martin Mörck, sum hevur teknað og graverað fleiri føroyskar frímerkjaútgávur.
Posta eru væl nøgd við úrslitið og verða frímerkini sett til sølu í dag, samstundis sum ein stór altjóða framsýning letur upp í Nanjing, Kina.
Ævintýrið stendur í “Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901, skrivað niður eftir frásøgn frá Jóhan Hendrik Matras á Kirkju.