Í staðin fyri gøtuljós skal ein tilgjørdur máni lýsa gøturnar í Kina upp um náttina.
Hesum arbeiða granskarar í Kina við í løtuni, og mánin skal vera uppi yvir stórbýnum Chengdu. Manngjørdi mánin skal sendast upp sum ein fylgissveinur og fungera sum ein spegil, sum reflekterar sólarljós aftur á Jørðina.
The China Daily skrivar, at Chengdu kann spara um 1,1 milliard um árið í streymi, tí tað kostar so nógv at lýsa gøturnar upp við gøtuljósum hvørja nátt. Tí verður manngjørdi mánin sæddur sum ein íløga.
Tað verður mett, at tilgjørdi mánin fer at lýsa átta ferðir so kraftigt sum ordiligi mánin, sambært The China Daily. Tað er orsakað av, at hesin mánin verður nógv nærri Jørðini enn ordiligi mánin.
Umframt sparingarnar við streymi er ein fyrimunur við falska mánanum, at um streymslit og náttúruvanlukkur henda, so kann mánin enn lýsa øki upp.
Fleiri hava funnist at verkætlanini og hildið hetta vera eitt ørt hugskot. Fyri tað fyrsta er tað ónatúrligt, og summi meina, at tað verður alt ov ljóst, og at mann ikki hevur tikið atlit til t.d. náttardjórini.
Tað eru enn fleiri kanningar, ið skulu gerast fyri at tryggja, at tað er skilagott at halda fram við verkætlanini. Mánin skal í fyrstu atløgu roynast uppi yvir oyðimørkini, áðrenn hann verður tikin í nýtslu í Chengdu.
Um tað vísir seg at eydnast væl við nýggja mánanum í Chengdu eftir 2020, fara tríggir mánar at koma aftrat í 2022, sambært The China Daily.










