Joe Kinnear, sum venur Newcastle, heldur at hann kann ikki lastast fyri keyp av spælarum, sum undanmenn hansara í starvinum hava gjørt. Kevin Keagan og Sam Allerdyce hava vant felagið, og teir hava keypt nógvar av spælarunum, sum eru í Newcastle nú. - Vit hava ein lítlan hóp, sum undanfarnu venjarar ikki hava gjørt nakað við. Eg kann ikki revsast fyri tað, sigur Joe Kinnear við BBC.