Kinna Poulsen ummælir Soli Deo Gloria: Vit eru til her og nú

Tað var stuttligt. Einaferð haldi eg, hjartað steðgaði, men tað fór til alla eydnu í gongd aftur.

Leikurin Soli Deo Gloria hevur havt frumsýning á Tjóðpallinum. Kinna Poulsen ummælir leikin á listaportal.com.

 

 

Kinna skrivar m.a. um leikin:

 

 

Soli Deo Gloria verður presenteraður sum ein sjónleikur í tólv kantatum, so sangur er á onkran hátt grundleggjandi í leikinum. Ikki at talan er um sangleik - langt frá, men tá hugsað verður um formin á leikinum, so eru tær ymisku søgurnar konsentreraðar eins og sangir, ið eru sjálvstøðugir, men tematiskt skyldir partar av eini heild.

 

 

Soli Deo Gloria er ein sera modernaður leikur, sum gevur áskoðaranum brot av afturkenningum um ymiskt, sum gongur fyri seg við menniskjum í samtíðarsamfelagnum. Samfelagið verður lýst í eini humoristiskari dystopi. Eg hevði lisið handritið frammanundan og øtaðist satt at siga um dapurleikan og meiningsloysið í hesum søgunum um sjálvpínarar, sjálvmordarar, sjálvmorðsbumbarar, nazistabøðlar osfr. Men í uppsetingini hjá Christoffer Berdal á Tjóðpallinum fær leikurin kropp og andlit og verður bæði fjálgari og stuttligari eins og kærleikstørvurin millum menniskjuni følist meira ítøkiligur.

 

 

Sjónleikur er eitt bólkaavrik. Tað er eitt lið av hugaðum og royndum einstaklingum, sum syrgja fyri øllum rundan um leikin og eg má siga, at tað er rørandi, at tað í roynd og veru ber til og at vit ferð eftir ferð kunnu njóta so stórar listarligar upplivingar í so smáum hølum sum teimum á gamla meiarínum. Eitt so ríkt land sum okkara skuldi havt bygt eitt ordiligt tjóðleikhús fyri langari tíð síðan.

 

 

Tað var stuttligt og einaferð haldi eg, at hjartað steðgaði, men tað fór til alla eydnu í gongd aftur og tað eri eg sera fegin um aftaná hendan leikin, sum í øllum sínum dapra meiningsloysi er sera lívsjáttandi. Vit eru til her og nú. Tað er tað einasta, sum hevur týdning, skrivar Kinna Poulsen millum annað í longri ummæli á www.listaportal.com.

 

 

Myndina omanfyri tók Jensina Olsen.