Kinna fingið heiðursgávu

Persónurin vit vilja heiðra í kvøld, kann avgjørt hava bæði kant og dirvi í sínum meiningum, men er sanniliga eisini ofta bæði fjálgur og naivt fevnandi, segði formaðurin í Yrkisfelagnum Miðnám, Kári Jespersen.

Persónurin vit vilja heiðra í kvøld, kann avgjørt hava bæði kant og dirvi í sínum meiningum, men er sanniliga eisini ofta bæði fjálgur og naivt fevnandi, segði formaðurin í Yrkisfelagnum Miðnám, Kári Jespersen.

 

Røða, sum Kári Jespersen, formaður í Yrkisfelagnum Miðnám, helt við handanina.

 

Kann eisini vera eitt sindur skeivt sporaður, men tað er hansara styrki, sum ummælari letur hann seg gjarna skeivt upp á bein og sporar fram um vøllir, eingi hegn og stikur skulu forða honum vegir. Hann er øðrvísi enn t.d. listamaðurin úr Nólsoy Steffen Danielsen, ið rendi seg í stik og hegn, hvar hann kom. Okkara persónur hevði helst rykt upp hesi hegn, ið vóru til hindurs.  Hann hevur eisini verið íðin listaummælari og mangan hava innleggini á listablogginum nærum staðið í bíðirøð at bróta seg út. Eisini hevur persónurin viðgjørt bókmentir, kanska serliga yrkingar, og onkur rødd vil vera við, at viðkomandi persóni dámar ikki illa Tórodd Poulsen.

 

Hann kann skriva um tómleikans poesi, men dugir at geva hesum innhald og kann miðla poetisku kenslurnar til lesaran/skoðaran. Málsligi pennurin hjá viðkomandi er lættur, men kann viðhvørt gerast eitt sindur barokkur, tó fer hann ikki um mark og vendir aftur til ein fjálgan frásøgustíl, eins og nýtir hann málið at hjúkla um evnið, bølir á tí eins og ungamamman; sleppur tí síðan frítt, men ikki leyst, eins og hevur hann hongt tað út á snór – ikki til at torna upp, men at súgva megi úr degnum og hugflog úr náttini - til nýtt og meira.  Letur okkum fáa lut í sínari vitan og upplivingum, soleiðis at vit mettað kunnu setast upp afturá. Nei, her eru ongar stikur.  Alt er hegnisliga avgreitt.

 

Tit hava helst longu gitt, hvør fær virðislønin í ár.  Kvinna er tað. Hon er kanska tann av okkara limum og lærarum á miðnámi, ið hevur verið mest at sæð í fjølmiðlunum tey seinastu árini.  Hon hevur skrivað um list og bókmentir og soleiðis varpað ljós á miðnámsskúlalærarayrkið. Ofta eru undirvísarar heldur smædnir og afturhildnir at koma fram við síni vitan og sjónarmiðum. Hon er lærarin, starvsfelagar í Hoydølum spyrja um myndir. Hevur sungið í kóri heilt frá gentuárum. Hevði nærum fastan teig í Vikuskiftis-Dimmu. Hevur skrivað um Hanni Bjartalíð og Rannvá Kunoy. Eisini hevur hon gjørt listatilfar til skúlabrúks. Men fremst av øllum hevur hon givið út stórverkið um Steffan Danielsen.