Kingobólkurin verið á Danmarkarferð

Kendi Kingobólkurin úr Tjørnuvík hevur páskavikuna verið á ferð í Danmark. Har hava tey havt framførslur í fleiri donskum býum, eitt nú heimstaðnum hjá Thomas Kingo Kingobólkurin úr Tjørnuvík eigur sín stóra lut í at sangarvurin eftir mæta sálmaskaldið Thomas Kingo, sum livdi frá 1634 til 1703, verður varðveittur.

Tey byrjaðu pálmasunnudag í kirkjuni í Holstebro og í Husby kirke. Týsdagin 7. apríl var framførsla saman við Gamle Venner á sjúkrahúsinum í Aarhus.

Mikudagin 8. apríl høvdu tey framførslu í Odense Dómkirkju, sum á serligan hátt er knýtt at Thomas Kingo. Hann var nevniliga biskupur í Odense fleiri av sínum virknastu árum sum sálmaskald.

Skírhósdag sang kórið við kvøldargudstænastuna í Mariager kirkju og langafríggjadag vóru tvær framførslur, í Korning kirkju og í Borup kirkju.

Seinasta framførslan var fyrra páskadag, tá kórið sang í Trige kirkju. Kingobólkurin var aftur í Føroyum annan páskadag.

Vitjanin hjá kingobólkinum úr Tjørnuvík hevur vakt ans í Danmark, og eitt nú hevur danska TV2 umrøtt vitjanina.