Vikuskiftið 21. til 25. apríl verður nevniliga gjørdur ein serstakur gospeltúrur til Danmarkar, har øll við áhuga fyri hesum tónleikinum kunnu koma saman at lurta eftir tónleiki og annars hugna sær saman við øðrum.
Til hetta vikuskiftið fara fimm bólkar og ein hópur av góðum tónleikarum at seta sín dám á. Hinvegin verður eisini serstakur sangur, tí tað hevur eydnast at fáa Kingo-bólkin úr Tjørnuvík við á henda túrin.
Umframt tjørnuvíkingar fara eisini gospelkórið United Voices at luttaka, Magni Christiansen, Sigrið Sivertsen Band og ein gospelbólkur úr Lívdini at luttaka. Alt verður gjørt fyri at røkka øllum áhugamálum innan tónleik. Nevnast kann eisini, at gyklarin Ásbjørn Berthelsen av Strondum fer at undirhalda børnunum.
Hesin túrurin verður fyrst og fremst gjørdur fyri tey gospeláhugaðu. Men hann er eisini opin fyri øllum teimum, sum ynskja eitt langt vikuskifti umborð á Norrønu. Tískil verða allir handlar, barr og matstovur opnar sum vanligt er.
- Hetta er ikki ein møtiferð ella líknandi, men ein heilt vanligur túrur, har fólk kunnu koma saman at hugna sær afturvið sera góðum tónleiki, verður sagt.
Tað eru gospelhugað fólk á landi sum hava fyrireikað henda siglitúrin. Og sum skilst, er áhugin fyri hesum stórur fyri tiltakinum, tí fleiri hava longu teknað seg til henda serstaka túrin.










