Hvalvíkingar og øll onnur, sum hug hava at fara í kirkjum í Hvalvík í morgin, hava høvi at uppliva eina guðstænastu, sum víkir frá tí vanliga. Orglið er tagnað, og bara Kingosálmar uttan undirspæl verða at hoyra.
Hvalvíksprestur, Mogens Tilsted Christensen, sigur, at tað er í samband við listastevnuna, at hendan øðrvísi guðstænasta verður hildin.
Sum so verður guðstænastan at fara fram eftir vanligum leisti annað enn tað, at orglið verður ikki brúkt. Bæði præludium og postludium verða eisini sungin av Kingobólkinum í Tjørnuvík, sum eisini fer at standa fyri sálmasanginum gjøgnum alla guðstænastuna.
Guðstænastan verður sum í gomlum døgum, sigur prestur. Sjálvur tosar hann bara danskt, sigur hann. So har veðru alt á donskum uttan kanska inn- og útgangsbønin.
Sálmarnir verða framørdir á gomlum donskum máli, sum teir vórðu yrktir á. Løgini er eisini tey upprunaligu, greiðir prestur frá. Og tá nú Hvalvíkar kirkja er tann elsta av gomlu flagtaktu trækirkjunum í Føroyum, er tað eitt sera passandi umhvørvi at hava eina slíka guðstænastu í, sigur Mogens Tilsted Christensen, prestur í Hvalvík.